Athos (grikskt): Όρος Άθως (Oros Athos)er eitt fjall og ein hálvoyggj í Makedónia í Grikkalandi. Athos er á listanum yvir heimsarvar hjá UNESCO (World Heritage Sites). Athos er eisini ein sjálvstýrandi tjóð í tí griksku tjóðini. Her eru 20 orthodoks klostur á Athos, sum hoyra beinleiðis undir økið hjá patriarkinum í Konstantinopel. Í dag nevna grikkar Fjallið Athos fyri Agion Oros (á grikskum: Άγιον Όρος), sum merkir Heilaga Fjallið. Bert menn sleppa at búgva har. Athos bleiv stovnað í 963 og er eitt sjálvstøðugt land, sum formliga hoyrir undir Grikkaland. Í 2001 var fólkatalið á Athos 2.262. Í einstøkum klostrum búgva fyrst og fremst munkar úr Russlandi, Serbia, Bulgaria og Rumenia.
Jarðfrøði, søga og atgongd til hálvoynna
Hálvoyggin Athos er tann triði "armurin" á hálvoynni Halkidiki.
Hálvoyggin er 50 metrar long og gongur suður og norður, breiddin er
millum 7 og 12 kilometrar. Hálvoyggin Athos er 335,6 km2 til
støddar. Fjallið Athos er 2.033 metrar høgt. Havið kring Athos kann
vera sera vandamikið at sigla á. Í fornu griksku søguni eru søgur
um tveir skipaflotar, sum gingu burtur við Athos. Í 492 á.Kr. misti
Darius, kongur av Persi, 300 skip undir Mardonius generali
(Herodotus "Histories" book VI (Erato), Aeschylus "The Persians").
Í 411 á.Kr. mistu spartanarar ein flota við 50 skipum undir admiral
Epicleas. (Diodorus Siculus, "Bibliotheca historica" XIII 41, 1–3).
Sjálvt um hálvoyggin er landføst við Grikkaland, so ber bert til at
koma til staðið við báti. Har eru tvær stórar ferjur, Agios
Panteleimon og Axion Estin, sum sigla dagliga, um veðrið loyvir tí,
millum Ouranoupolis og Dafni. Á vegnum leggja skipini at við nøkur
klostur á vestustrondini. Har er eisini ein minni skjóttgangandi
bátur, Agia Anna, sum siglir beinleiðis uttan støðg. Atgongdin til
Athos er avmarkað, og menn skulu søkja um loyvi at sleppa til
hálvoynna Athos, og so kunnu teir fáa loyvi eitt avmarkað
tíðarskeið, men bert menn sum eru limir í eysturortoksu kirkjuni
kunnu fáa loyvi til at búgva á staðnum, og tá kunnu teir virka har
antin sum munkar ella sum arbeiðsmenn.
20
klostur
Listi yvir tey 20 klostrini á Athos:
- Stóra Lavra klostrið (Μεγίστη Λαύρα, Megísti Lávra,
Stóra Lavra)
- Vatopedi klostrið (Βατοπέδι ella Βατοπαίδι)
- Iviron klostrið (Ιβήρων; ივერთა მონასტერი, iverta
monasteri) – bygt av georgiarum.
- Helandariou klostrið (Χιλανδαρίου,
Chilandariou;Хиландар) – Serbisk Ortodoks
- Dionysiou klostrið (Διονυσίου)
- Koutloumousiou klostrið (Κουτλουμούσι)
- Pantokratoros klostrið (Παντοκράτορος,
Pantokratoros)
- Xiropotamou klostrið (Ξηροποτάμου)
- Zografou monastery (Ζωγράφου; Зограф) – Bulgarskt Ortodoks
- Dochiariou klostrið (Δοχειαρίου)
- Karakalou klostrið (Καρακάλλου)
- Filotheou klostrið (Φιλοθέου)
- Simonos Petras klostrið (Σίμωνος Πέτρα ella Σιμωνόπετρα)
- Agiou Pavlou klostrið (Αγίου Παύλου, Agiou Pavlou,
Sankta Paulus)
- Stavronikita klostrið (Σταυρονικήτα)
- Xenophontos klostrið (Ξενοφώντος)
- Osiou Grigoriou klostrið (Οσίου Γρηγορίου, Venerable
Gregory)
- Esphigmenou klostrið (Εσφιγμένου)
- Agiou Panteleimonos klostrið (Αγίου Παντελεήμονος, Sankta
Pantelemon; Пантелеймонов; ella Ρωσικόν, Rossikon) –
Russiskt Ortodoks
- Konstamonitou klostrið (Κωνσταμονίτου)
Bókmentir um Athos
Frágreiðing á enskum.
-
The 6,000 Beards of Mount Athos ISBN 0-85955-251-9 by
Ralph H. Brewster. A guide to the peninsula, first published in
1935, detailing the landscape, monasteries, skites, and the life of
the inhabitants, including customs and more not usually
discussed.
-
Mount Athos ISBN 960-213-075-X by Sotiris Kadas. An
illustrated guide to the monasteries and their history (Athens
1998). With many illustrations of the Byzantine art treasures on
Mount Athos.
-
Athos The Holy Mountain by Sydney Loch. Published 1957 &
1971 (Librairie Molho, Thessaloniki). Loch spent most of his life
in the Byzantine tower at Ouranopolis, close to Athos, and
describes his numerous visits to the Holy Mountain. A fascinating
travelogue. The famous Molho Bookstore in Thessaloniki may have a
few copies left.
-
Dare to be Free ISBN 0-330-10629-5 by Walter Babington
Thomas. Offers insights into the lives of the monks of Mt Athos
during World War II, from the point of view of an escaped POW who
spent a year on the peninsula evading capture.
-
Blue Guide: Greece ISBN 0-393-30372-1, pp. 600–03.
Offers history and tourist information.
-
Mount Athos Renewal in Paradise ISBN 0-300-10323-9, by
Graham Speake. An extensive book about Athos in the past, the
present and the future. Includes valuable tourist information.
Features numerous full-color photographs of the peninsula and daily
life in the monasteries.
-
From The Holy Mountain by William Dalrymple. ISBN
0-8050-6177-0 Published 1997. A fascinating journey that begins
from and constantly refers back to Mount Athos.
- Ivanov, Emil: Das Bildprogramm des Narthex im Rila-Kloster
in Bulgarien unter besonderer Berücksichtigung der
Wasserweihezyklen auf dem Athos, Diss., Erlangen, 2002.
- Ivanov, Emil: Apokallypsedarstellungen in der
nachbyzantinischen Kunst, in: Das Münster, 3, 2002, 208-217.
Uttanhýsis slóðir