Central Park er ein stór park á Manhattan í New York City. Við umleið 25 milliónum vitjandi hvørt ár er parkin tann mest vitjaða býarparkin í USA. Tað at parkin ofta verður nýtt í filmum hevur gjørt parkina til eina av kendastu býarparkum í heiminum. Central Park hevur mark móti norði til West 110th Street, móti vestri til Eighth Avenue og móti suðri til West 59th Street. Hesar gøtur verða vanliga umrøddar sum ávikavist "Central Park North, "Central Park West" og "Central Park South". Móti eystri hevur parkin mark til Fifth Avenue.
Tær fyrstu ætlanirnar til parkina vóru útintar í 1857 av landslagsarkitektunum Frederick Law Olmsted og Calvert Vaux, og sjálvt um parkin sær náttúrlig út, so er alt nágreiniliga lagt til rættis. Parkin hevur manngjørd vøtn, langar rásir, tveir skoytuvøllir, eitt náttúru lange vandrestier, to skøjtebaner, eitt friðað øki, øki ið eru ætlað til ymiskar ítróttagreinir og spælipláss. Parkin er vælvitjað av flytifuglum, og tí eisini av fólkum ið eygleiða fuglar. Tann 10 kilometrar langi vegurin kring parkina er væl dámdur av rennarum, súkklarum og fólki á rulliskoytum.