Etna er eitt gosfjall í lýðveldinum Italia. Etna liggur nærhendis býunum Messina og Catania á eysturstrondini á Sisilia. Etna goysir oftani, og sjáldan gevur tað trupulleikar fyri flogferðsluna. Etna er hægsta og virknasta eldgosið í Evropa. Í 2011 goysti hon 17 ferðir. Gosfjøll í Evropa eru bara í Íslandi og Suðuritalia, har bæði Etna og Stromboli enn eru virkin.
Gosfjallið Etna goysir í 1992. Í grótfloyminum er jarn, sum verður magnetað í jørðfeltinum. Magnetiskar kanningar av hesum grótinum kunnu so altíð seinni vísa, hvussu magnetisku viðurskiftini vóru á Sisilia í 1992.