Iguazufossur (á portugisiskum: Cataratas do Iguaçu) eru fossar á markinum millum Brasil og Argentina. Ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Fossarnir býta Iguazuánna sundur í ein ovara part og ein niðara part. Fossarnir eru í argentinska landslutinum Missiones og brasilska stakríkinum Paraná.