Niagarafossur (á enskum Niagara Falls) er felagheiti fyri tríggir fossar ið liggja á markinum millum USA og Kanada. Í Niagaraá, sum rennur úr Erievatni í Ontariovatn, eru hinir viðgitnu Niagarafossar.
Nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum. Niagarafossur er veldigur fossur, sum máar 1 m. av klettinum um árið. Niðari kletturin er bleytur, og vatnið máar hann burtur. At enda brotnar kletturin í erva, tá ið støðið er máað undan honum.