Van Gogh Savnið (niðurlendskt: Van Gogh Museum) er eitt savn í Amsterdam við listarverkum eftir kenda listamannin Vincent van Gogh og øðrum listafólkum frá samtíð hansara. Savnið læt upp í 1973 og hevur tað størsta savnið í heiminum við Van Gogh málningum og tekningum. Í 2012 vitjaðu 1.438.000 fólk savnið, og tað ger savnið til mest vitjaða savnið í Niðurlondum og 30. mest vitjaða listasavnið í heiminum. Savnið liggur í býarpartinum Amsterdam-Zuid (Suður) nærindis Stedelijk Museum, Rijksmuseum og Concertgebouw.
ár | vitjandi | ár | vitjandi | |
---|---|---|---|---|
2003 | 1,341,586 | 2008 | 1.474.816 | |
2004 | 1.338.105 | 2009 | 1.451.139 | |
2005 | 1.417.096 | 2010 | 1.429.854 | |
2006 | 1.677.268 | 2011 | 1.600.298 | |
2007 | 1.559.783 | 2012 | 1.438.000 |
Savnið hevði 1.429.854 vitjandi í 2010, 1.600.298 vitjandi í 2011, og 1.438.000 vitjandi í 2012, sum ger tað til mest vitjaða savn í Niðurlondum (2010–2012) og 30. mest vitjaða listasavn í heiminum (2012).